- So fáa vit kanska ein tann best útgjørda stigabilin í danska kongaríkinum, segði Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tá býráðið einmælt samtykti at seta pengar av til nýggjan stigabil til sløkkiliðið.
Verandi stigabilur hjá brandstøðini verður 20 ára gamal næsta ár, og tá skal hann til eftirlit. Eftirlitið kostar minst eina millión, og hóast tað, so klárar hann ikki at nøkta tørvin, sum er í Tórshavnar kommunu.
Glasir er nýggjasta dømið, har verandi stigabilur ikki klárar at loysa tær uppgávur, sum krevjast av tí kommunalu tilbúgvingini. Bilurin røkkur ikki teimum bjargingaropum, sum krevjast til persónbjarging, og røkkur ikki inn yvir takið á Glasir, sum kann gerast neyðugt í sambandi við sløkking.
Býráðið samtykti í kvøld at taka av bíligasta tilboðnum, sum er frá Bronto Skylift. Kostnaðurin er smáar 6,5 milliónir.
Stigabilurin fer at røkka 53 metrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald