Innanlands

Nú fara fólk at fáa áminning um at lata seg kanna aftur

Mælt verður frá óneyðugari ferðing til onnur lond, og heitt verður eisini á øll, sum koma til Føroya um at lata seg kanna tríggjar dagar áðrenn komu, umframt kanningina við komu og á 6. degi

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-09 09:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Støðan í Føroyum er ikki hættislig í løtuni, men vilja vit varðveita hesa góðu og serligu støðuna, er neyðugt at gera tillagingar, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður á tíðindafundi í Kringvarpinum.

Í løtuni eru bert fýra positiv, og vit hava klárað at bart smittuna niður heilar tríggjar ferðir, segði løgmaður, og takkaði hann Føroya fólk fyri teirra áhaldni seinastu mánaðirnir.

– Uttan tykkum stóðu vit ikki í hesari serligu støðu.

Støðan í Føroyum er serstøk, segði hann, men smittan breiðir seg við miklari ferð í grannalondunum, og tí mugu vit vera á varðhaldi.

Skulu vit halda fram at liva so frælst sum til ber, er neyðugt við átøkum, segði hann. Umframt kanningina og tilmælið um at kanna seg á 6. degi, eiga fólk eisini at lata seg kanna tríggjar dagar, áðrenn tey koma til Føroya. Men samstundis verður eisini mælt frá allari óneyðugari ferðing til onnur lond.

Løgmaður vísti á, at fleiri dømi hava verið um, at fólk, sum eru negativ fyri covid-19 við komu, verða staðfest positiv eftir kanning á 6. degi, og heitti hann á fólk um at vera ansin, til tey hava fingið seinna kanningarúrslitið.

Í hesum sambandi verður eisini nýggj skipan sett í verk, so fólk, sum koma til Føroya fáa eina áminning umvegis teldupost og sms um at lata seg kanna aftur á 6. degi.

Hetta verður galdandi frá fríggjadegnum 13. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder