![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Higartil hevur kanningarstøðin hjá Thetis í Vágum, har ferðafólk verða kannaði við komu, verið uttandura í einum telti, men í dag er Thetis flutt úr teltinum og inn í terminalin.
Orsøkin er m.a. veðrið, sum er vorðið kaldari og vátari nú summarið er av. Men teltið var altíð bara ein fyribils loysn, sigur Marita Debess Magnussen, stjóri í Thetis.
Fyrsta flogfarið í dag, sum er úr Keypmannahavn, væntast at koma klokkan 13.36, og tá verða fólk kannaði, tá tey eru komin ígjøgnum tollin.
Tá fólk koma til viðførisútflýggjan, sleppa nøkur fá fólk ígjøgnum tollin í senn at verða kannaði, sigur Marita Debess Magnussen.
Men Thetis kannar, sum kunnugt ikki bert ferðafólk, og eisini eru fólk í økinum, sum hava gjørt sær dælt av kanningarstøðini hjá Thetis í Vágum.
Stjórin í Thetis sigur, at hesi framvegis kunnu koma til kanningar á flogvøllinum. Tey skulu ringja og bíleggja sær tíð áðrenn, og verða tey kannaði í gamla terminalinum, sigur hon.
Enn hevur Thetis ikki roynt nýggju mannagongdini, men Marita Debess Magnussen er sannførd um, at hetta er ein nógv betri loysn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald