Innanlands

Nú hækkar fólkapensjónin

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fegnast um, at tað hevur eydnast at fremja eina søguliga raðfesting á pensjónsøkinum

2019-12-14 09:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Lógaruppskotini, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fyrr í heyst løgdu fyri Løgtingið um at hækka pensjónirnar, eru nú samtykt, og allir fólkapensjónistar fara at fáa ein fíggjarliga lættari gerandisdag.

Um eitt gott ár fer ein ógiftur fólkapensjónistur, sum ikki hevur aðra inntøku enn fólkapensjón og Samhaldsfasta, at hava umleið 12.500 kr. eftir aftaná skatt og gjøld. Hetta er úti við líka nógv, sum inntøkan hjá einum tímaløntum arbeiðsfólki, sum arbeiðir fulla tíð. Eini hjún, sum ikki hava aðra inntøku enn fólkapensjón og samhaldsfasta, fara tilsamans at hava umleið 21.600 kr. eftir aftaná skatt og gjøld.

Fyrsta hækkingin kemur longu við pensjónini, sum verður útgoldin undan jólum, har grundupphæddin hækkar við 290 kr. Tá skattalættin eisini er farin at virka í januar mánað, verður hækkingin hjá fólkapensjónistum 540 kr. um mánaðin. Um eitt ár, tá lógarbroytingarnar hava fingið fullan virkna, verður mánaðarliga inntøkan hjá fólkapensjónistum, sum bara hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av, 1.080 kr. hægri enn í dag.

Lægri mótrokning

Eisini er lógin broytt soleiðis, at tað fer at loysa seg munandi betri hjá fólkapensjónistum at arbeiða. Ein fólkapensjónistur, sum arbeiðir, hevur higartil mist ein stóran part av pensjónini, men tað verður nú munandi lagaligari hjá fólkapensjónistum at arbeiða.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fegnast um, at tað hevur eydnast at fremja eina søguliga raðfesting á pensjónsøkinum – bæði viðvíkjandi hækkingini í sjálvari pensjónini, og at pensjónistar ikki verða revsaðir við at fara til arbeiðis.

- Almannamálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder