Í longri tíð hava bankakundar í Danmark havt høvi at brúka gjaldsháttin Apple Pay, tá keypt verður í handlum og aðrastaðni við tráleysum gjaldsterminalum. Nú verður hetta eisini gjørligt hjá kundum í føroyskum peningastovnum.
Tað er eitt úrslit av felagssamstarvinum millum teir 57 limirnir i BOKIS-samstarvinum, sum fevnir um bæði størri og smærri peningastovnar í danska kongaríkinum.
- Teir donsku og grønlendsku kundarnir hava longu tikið rættiliga væl ímóti Apple Pay, og nú verður loysnin tøk í Føroyum. Vit gleða okkum um, at allir limir okkara nú bjóða Apple Pay, so óansæð, hvar ein býr í kongaríkinum, kunnu øll við eini iPhone, iPad, Mac ella einum Apple Watch vera við, sigur Søren Nicolaisen, stjóri í BOKIS og Landdækkende Banker.
Apple Pay kann nýtast við teir gjaldsterminalar í Føroyum og í útheimi, sum eru merktir við serliga merkinum fyri Apple Pay ella nándgjaldi (kontaktleys rindan). Hartil virkar Apple Pay í fleiri appum og við keyp á internetinum og kann nýtast saman við altjóða gjaldskortum. Á heimasíðum hjá peningastovnunum finst nærri kunning um, hvørji kortsløg, tann einstaki peningastovnurin í BOKIS-samstarvinum bjóðar við Apple Pay.
Dátutrygd og verja av persónsupplýsingum eru ein hornasteinur hjá Apple Pay. Tá Apple Pay verður nýtt, verða kortupplýsingarnar ikki goymdar á eindini ella á ambætarum hjá Apple. Ístaðin verður eitt eintýðugt og talbronglað kontunummar goymt á tryggan hátt í tí sokallaða Secure Element á eindini, ið nýtt verður. Hvør einstøk transaktión verður góðkend við eini eintýðugari og dynamiskari trygdarkotu.
Teir fýra peningastovnarnir, sum frá í dag bjóða Apple Pay eru: BankNordik, Betri Banki, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi
BOKIS er felags innkeyps- og menningarfelag hjá Lokale Pengeinstitutter og Landsdækkende Banker innan kort- og gjaldsmidling. Hetta samstarv fevnir um Sydbank, Spar Nord Bank, Arbejdernes Landsbank og Nykredit Bank, umframt 53 staðbundnar bankar, sparikassar og samtøkukassar (andelskasser) í Danmark, Føroyum og Grønlandi. Tilsamans umboða peningastovnarnir umleið 45 prosent av danska, føroyska, grønlendska kortmidlingsmarknaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald