Innanlands

Nú kemur gongd á hotelbygging í Klaksvík

Hotellið fer at hava umleið 80 kømur. Íløgufelag varð stovnað í gjár

(Mynd: Norðlýsið)

(Mynd: Norðlýsið)

2020-09-02 12:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú verður farið í gongd við at fyrireika nýtt hotel í Klaksvík. Norðlýsið skrivar, at Sp/f Íløgufelagið Hotel Klaksvík í gjár hevði stovnandi aðalfund, og at Kjartan Hansen er valdur til stjóra.

Kjartan Hansen er til dagligt stjóri í byggifelagnum Kanjon.

Hann sigur við Norðlýsið, at talan er um eitt íløgufelag av smærri parteigarum, sum saman viå øðrum íleggjarum fara at seta pening í eitt størri felag, sum eftir ætlan verður stovnað í næstu viku.

Ætlanin er at byggja eitt hotel við umleið 80 kømrum, men endalig stødd og staðseting skal støða takast til í næstum, skrivar Norðlýsið

Áður hevur verið frammi, at P/F Christian í Grótinum er við í verkætlanini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder