Innanlands

Nú kemur kinesiska orðabókin

Sprotin hevur hátíðarhald fyri kinverska málinum fríggjadagin

Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá við Himmalska Templið í Beijing. Tey eru á kinesisku orðabókunum saman við Kimberly Joy Go Elambo (Privat mynd)

Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá við Himmalska Templið í Beijing. Tey eru á kinesisku orðabókunum saman við Kimberly Joy Go Elambo (Privat mynd)

2019-01-30 08:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinnapartin fríggjadagin verður føroysk/kinverskar orðabøkur lagdar út á nettænastuna hjá Sprotanum. Tað verður hátíðarhildið við einum almennum tiltaki í Reinsarínum í Havn.

Talan er um fyrstu útgávurnar av orðabókunum. Ætlanin er, at arbeiðið við orðabókunum skal halda fram, so at tær fara at vaksa við tíðini.

- Vit settu okkum sum mál at náa tað, ið svarar til HSK 3, sum er ein altjóða førleikaroynd fyri útlendingar, ið læra seg kinesiskt. Skipanin er í seks stigum, og hildið verður fram við næstu stigunum beinanvegin. Skriftmálið, sum nýtt verður í bókunum, er ikki siðbundið kinesiskt, men einfaldað, sum verður mest nýtt nú á døgum, skrivar Sprotin á netinum. 

Ritstjórar eru Kimberly Joy Go Elambo, sum býr í Føroyum og føroyingarnir Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá, sum lesa í Kina.

Umboð fyri kinesisku sendistovuna í Keypmannahavn verða við, tá serligur kinesiskur dámur verður settur á Reinsaríið fríggjadagin. Ritstjórarnir fara at leggja fram, Magni Arge, sum virkar fyri sambandinum millum Kina og Føroyar fer at siga nøkur orð, og Kári Sverisson og Hans Jakku Kolslíð fara at standa fyri tónleikinum.

Okkurt gott til góman verður eisini, sigur Sprotin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder