Innanlands

Nú fór fólkatalið upp um 55.000

1. februar í ár búðu 55.064 fólk í Føroyum. Fólkatalið er vaksið við 442 síðan 1. februar í fjør

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2026-03-10 12:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólkatalið í Føroyum er nú farið upp um 55.000. Tað vísa nýggjastu hagtølini frá Hagstovuni, sum eru galdandi pr. 1. februar í ár. Eitt stutt skifti síðsta summar, var fólkatalið komið upp um 55.000 fólk, men sum vanligt er, so minkar hetta tal aftur, tá ungdómurin fer av landinum at lesa eftir lokna summarferiu.

Hagstovan skrivar, at fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 213 fólk og einari nettoflyting á 229 fólk. Tað eru knapt 200 fólk fleiri enn í undanfarna 12 mánaða skeið. 

Nettoflytingin var á leið 120 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí færri fluttu úr Føroyum. Burðaravlopið var knapt 70 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Um 50 fleiri børn vóru fødd seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá lutfalsliga fá børn vóru fødd. 

Gongdin í til- og fráflytingini hevur síðan 2024 verið jøvn, og nettoflytingin hevur verið lítil. Seinastu mánaðirnar er gongdin broytt nakað. Gongdin í tilflytingini nú er vaksandi, meðan fráflytingin er minkandi. Tað gevur samanlagt eina vaksandi nettoflyting. 

Tá tað kemur til burðaravlopið, so vísir trendurin, at gongdin í føðitalinum er vaksandi, meðan gongdin í deyðatalinum er minkandi. Tað gevur samanlagt eitt vaksandi burðaravlop.

Síðstu tíggju árini er parturin av fólkinum uttan bústaðartilknýti (hetta eru útlendingar, sum enn ikki hava fingið uppihaldsloyvi í Føroyum, -red.) vaksin úr 1,8 upp í 5,2 prosent.

Vøksturin tók dik á seg í 2018 og var størstur í 2021 og 2022, tá tey uttan bústaðartilknýti stóðu fyri umleið 85 prosentum av samlaða fólkavøkstrinum. Síðan tá hevur teirra íkast til fólkavøksturin verið minkandi. Frá 2022 til 2024 stóðu tey fyri gott helvtini av fólkavøkstrinum, meðan tey hetta seinasta árið stóðu fyri einum triðingi av fólkavøkstrinum, skrivar Hagstovan. 

Myndin niðanfyri vísir fólkatalið í Føroyum skift á bústaðartilknýti. Børn uttan bústaðartilknýti, har minst annað foreldrið hevur bústaðartilknýti, eru tald saman við teimum, sum hava bústaðartilknýti.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder