Hetta er ein heldur serstakur politiskur dagur.
- So skal eg boða frá, at ein steðgur verður frá umleið tíggju minuttir í tvey. Ein tíðindafundur verður í Tinganesi, og fleiri hava sett ynski um vera við til hendan.
Hetta segði Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnan fyri lítlari løtu síðani.
Talan er sjálvandi um tíðindafundin, har fyrsta tilmælið hjá nýskipanarnevndini verður lagt fram - og sett í verk.
Les meira: Tíðindafundur í Tinganesi seinnapartin
Sum skilst, verður ætlanin at trý av aðalráðunum skulu niðurleggjast, høvuðsboðskapurin. Alt bendir á, at Djóni Nolsøe Joensen úr Javnaðarflokkinum (Barna- og Útbúgvingarmál) og Jóhan Christensen (fiskivinnumál) missa sínar sessir.
Tað er eisini tað, sum Norðlýsið skrivar. Av tí at eitt landsstýrisfólk hjá Framsókn skal frá, so má verða talan um Bjarna Kárason Petersen (Lógarmál), tí Ruth Vang er forkvinna floksins.
Áðrenn alt hetta verður endaliga alment, skulu landstýrisfólk og løgmaður svara uppá ósvaraðar fyrispurningar frá løgtingsfólki. Hetta er farið í gongd, og byrjað varð við Suðuroyartunnlinum.
Tingfundurin í dag byrjaði við minningaroðrum um Hans Paula Strøm, sála. Hans Pauli Strøm var løgtingsmaður og landsstýrisfólk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald