Í mong ár hevur Amnesty selt kertuljós í desember mánaði og eggja fólki at tendra eitt ljós á altjóða mannarættindadegnum tann 10. desember. Hetta fyri at minnast øll tey, hvørs rættindi framvegis eru skerd. Og ljósið birtir samstundis eina vón.
Í ár eru vit farin í samstarv við um at framleiða og selja endurnýtt kertuljós. Í hesum sambandi fara vit undir átak at savna inn kertustubbar. Hartil, stuðla handlarnir hjá Á og FK verkætlanini og fara at seta frámerkt íløt fram í handlunum, har ein kann lata sínir kertustubbar.
Tað hevði glett okkum, um tú hevði hetta í huga og lat okkum tínir kertustubbar til endurnýtslu, antin við at lata inn í Á og FK handlunum kring landið ella hjá Dugna.
Vit gleða okkum at bjóða tykkum vøkur endurnýtt kertuljós. Ljósasølan kring landið verður fyrsta vikuskiftið í desember mánaði.
Dugni og Amnesty International Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald