At sleppa av við burturkast er ikki bara bara í hesum døgum. Verkafallið hevur sína ávirkan kring landið.
Borgarar í Klaksvíkar kommunu hava til nú fingið beint sítt húsarhaldsburturkast til Endurnýtsluna. Men í dag skrivar klaksvik.fo, at plásstrot er í Ánunum. Harvið er neyðug at lata aftur.
Ein sleppur framvegis av við urtagarðsburturkast á tyrvingarplássinum. Annars verður víst til Hagaleiti í Leirvík, har ymiskar treytir eru fyri at sleppa av við húsarhaldsburturkasti.
- Borgarar kunnu tó sleppa av við burturkast, móti gjaldi, við at koyra tað sjálv til IRF á Hagaleiti. Tó má avtala gerast við IRF á tel: 41 42 43, skrivar klaksvik.fo
Endurnýtslan í Ánunum ( á Grønhøvda) - Mynd: klaksvik.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald