Innanlands

Nú letur handil uppaftur í Sandavági

Byrjað verður aftur í Bartalsstova um miðjan november. Familjan Weihe Nielsen heldur, at tað kann ikki bera til, at eingin matvøruhandil er í eini so stórari bygd sum Sandavági

Tað verður sum partur av Samkeyp-ketuni, at latið verður upp í Sandavági skjótt (Mynd: jn.fo)

Tað verður sum partur av Samkeyp-ketuni, at latið verður upp í Sandavági skjótt (Mynd: jn.fo)

2024-10-21 09:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni er eingin matvøruhandil í Sandavági, hóast tað búgva yvir 1.000 fólk í bygdini.

Hetta vil Familjan Weihe Nielsen gera nakað við.

Heimasíðan jn.fo skrivar, at um miðjan november letur Bartalsstova í Sandavági uppaftur.

Tað verður sum partur av Samkeyp-ketuni, at handil letur uppaftur í Sandavági. 

Jens Erik Weihe Nielsen fer at hava raksturin av handlinum um hendi. Hann er útbúgvin goymslu- og logistikksamskipari.

Heimasíðan jn.fo skrivar soleiðis: 

Jens Erik Weihe Nielsen, sonur Jónu Weihe Thomassen og Zacharias Nielsen, hevur eftir at hava hugsað gjølla um tað avrátt at lata handilin uppaftur sum matvøruhandil í Samkeyp-ketuni.

Familjan Weihe Nielsen heldur, at tað kann ikki bera til, at eingin matvøruhandil er í eini so stórari bygd sum Sandavági, har fólkatalið er fitt omanfyri túsund.

Jens Erik, ið fer at hava raksturin av handlinum um hendi, er útbúgvin goymslu- og logistikksamskipari.

Hann flutti til Danmarkar í august 2016 at lesa til datamatikara, men endaði við at læra til goymslu-og logistikkoperatør.

Jens Erik hevur arbeitt á goymslu í seks ár. Eitt arbeiði, ið hevur borið í sær, at hann eisini hevur kunnað brúkt sín førleika til vøruinnkeyp yvirhøvur.

Jens Erik búði fyrst í Aarhus frá august 2016 til desembur 2021. Síðan í Holbæk frá desembur 2021 til nú leiðin aftur gongur til Føroya.

Øll familjan verður við til at lata Bartalsstovu undir Samkeyp upp. Tey ætla at veita tænastur, ið kunnu verða til gagns fyri alla oynna og Sandavág.

Við hesi ætlan vóna tey, at øll bygdin fer at stuðla handlinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder