Innanlands

Nú letur kirkjan uppaftur

Ongar almennar gudstænastur hava verið í august, men í morgin letur kirkjan uppaftur, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur

Havnar kirkja (Savnsmynd)

Havnar kirkja (Savnsmynd)

2020-08-31 13:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

7. august boðaði leiðslan í fólkakirkjuni frá, at allar gudstænastur í august vórðu avlýstar orsakað av, at koronasmittan aftur var byrjað at gera um seg í Føroyum.

Tilmælið um at avlýsa gudstænasturnar skuldi endurskoðast um mánaðarskiftið august/september, og nú er greitt, at fólkakirkjan letur uppaftur í morgin.

Tað segði Jógvan Fríðriksson, biskupur, við Útvarpið á middegi.

Nú kirkjan letur uppaftur, verða tær somu avmarkingarnar galdandi sum eftir fyrru smittubylgju. Eitt nú verður talið á fólkum, sum sleppa inn í kirkjuna avmarkað. Í stóru kirkjunum sleppa í mesta lagi 100 fólk inn, og í teimum smærru kirkjunum er talið nakað minni.

Eisini sita tey á aðru hvørja brík í kirkjuni, og mint verður á reinføri og frástøðu, sigur biskupur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder