2019-04-15 11:43
Í farnu viku vórðu sprongdir 137 metrar í alt í Eysturoyartunlinum. Nú eru sprongdir 10.708 metrar av 11.250 metrum.
Móti Rókini er nú 85 metrar eftir at spreingja og millum Eysturoynna og Streymoynna 445 metrar.
Í seinastu viku vórðu 46 metrar sprongdir av Hvítanesi. Í alt eru nú sprongdir 5.036 metrar frá Streymoyarlandinum.
Frá rundkoyringini móti Hvítanesi vórðu sprongdir 38 metrar. Á hesum teininum eru sprongdir 1.979 metrar.
Og frá rundkoyring og móti Rókini vórðu í farnu viku sprongdir 53 metrar. Har eru í alt sprongdir 2.068 metrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald