Lýggja veðrið við lýðku og vætu hevur gjørt, at føroyska summarlandslagið angar av gróðri.
Soleiðis er eisini heima á Sandi, har at síggja til endaleysu røðirnar í veltunum á Sandafløtum nú grønkast av eplaspírum. Ikki ólíkt vínmarkunum sunnanfyri.
Longu næsta mánaða – í augus – rokna tey við at kuna heysta tey fyrstu eplini hiðani, sum av nógvum verða mett sum heimsins bestu epli.
Hóast góð líkindir yvirhøvur eru í Føroyum at velta eplir so er okkara egna framleiðsla ikki meira enn umleið 700 tons meðan vit innflyta sløk 4.000 tons! Tað skuldi verði upplagt at vit vóru sjálvforsýnandi við eplum.
Undir fyrra heimsbardaga vóru so nógv epli velt, at Føroyar útfluttu eplir til Íslands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald