
Tá stolta tvímastraða farið, Norðlýsið, annar nýbygningur frá Tórshavnar Skipasmiðju, einaferð út móti sumri verður siglingarklárt aftur, verður tað næstan sum eitt nýtt skip.
Hóast tað kemur at síggja stórt sæð eins út og tá tað síðst í januar varð tikið upp á beding hjá Mest í Havn og flutt inn í eina av stóru høllunum á Rundingi, so er so mikið nógv av tilfarinum skift út, at talan verður um – í hvussu so er partvíst – eitt nýtt skip.
Tað er ungi skipstimbrarin Guðmundur Sjúrðarson Norðbúð, sum hegnisliga hevur staðið fyri umfatandi timburarbeiðinum saman við góðum hjálparfólki.
Í dag er so at siga allur afturendin, afturdekkið, einstakir aðrir plankar og bond og skansaklædningurin nýggjur. Guðmundur Sjúrðarson Norðbúð metir, at umleið ein fimtapartur av plankunum og ein tíggjundapartur av spantunum eru nýggj.
- Eitt træskip skal haldast viðlíka. Tað skulu útskiftingar til alla tíðina, staðfestir Frank D. Jakobsen, ið er settur stjóri í felagnum TN24, sum eigur Norðlýsið. Sagt verður um træskip, at tey kunnu liva í ævir, um tey verða røkt væl og rætt. Men tað krevst, at útskiftingar verða gjørdar allatíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald