Innanlands

Nú samráðast partarnir aftur

Longdi sáttmálin millum arbeiðarafeløgini og Føroya arbeiðsgevarafelag gongur úr á midnátt í annaðkvøld

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur við Kringvarpið, at enn er langt millum partarnar. (Mynd: Sverri Egholm)

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur við Kringvarpið, at enn er langt millum partarnar. (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-03 10:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan tíggju vórðu samráðingarnar tiknar upp aftur millum Semingsstovnin, tey fimm arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið. 

Í gjár vórðu 12 tímar nýttir til at royna at finna eina semju, men Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur við Kringvarpi, at enn er langt millum partarnar. Stóri spurningurin er, um covid-19 skal ávirka lønina, skrivar kvf.fo

Í seinastu viku slitnaðu samráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og Føroya arbeiðsgevarafelag, og so varð neyðugt at fáa semingsstovnin uppí.

Freist varð sett á til á midnátt 4. juni, ið er í morgin, til at finna eina loysn.

Sáttmálarnir vóru upprunaliga galdandi til 1. mai.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder