Innanlands

Samráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag eru slitnaðar

Semingsstovnurin er boðsendur og hevur fingið freist til hósdagin 4. juni at finna eina semju millum partarnar. Óvist er, nær sjálv semingin verður

2020-05-26 16:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Samráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag eru slitnaðar, og semingsstovnurin er boðsendur. Semingsstovnurin hevur fingið freist til hósdagin 4. juni at finna eina semju millum partarnar.

Hetta boðar Samtak frá seinnapartin

Sáttmálin millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag gekk upprunaliga út 1. mai, men samráðingarnar byrjaðu seinni enn vanligt vegna heilsutilmæli frá myndugleikunum.

Nær sjálv semingin verður er í løtuni óvist, boðar Samtak frá.

Arbeiðarafeløgini - Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag - hava tey seinastu nógvu árini verið til samráðingar í felag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder