Uttanlands

Nú sjey fólk deyð í Hetlandi við covid-19

Ein eldri borgari doyði í síðstu viku

Lerwick (Savnsmynd: Visualhunt)

Lerwick (Savnsmynd: Visualhunt)

2020-05-06 13:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn ein hetlendingur varð í farnu viku staðfest deyður meðan viðkomandi varð raktur av covid-19 sjúku. Tað skrivar Shetnews í dag út frá nýggjastu dagføringini hjá skotsku heilsumyndugleikunum.

Talið á deyðum í Hetlandi, har covid-19 sjúkan var nevnd á deyðsváttanini, er nú komið upp á sjey. Fimm doyðu røktarheimi og tvey á sjúkrahúsi, verður upplýst.

Í Skotlandi er talið á deyðum við covid-19 nú komið upp á 2.795. 523 fólk doyði í síðstu viku – 135 færri enn vikuna frammanundan, skrivar Shetnews.

Av teimum, sum doyðu við covid-19 í síðstu viku í Skotlandi, doyðu 59 prosent á røktarheimum, 37 á sjúkrahúsum og fýra prosent heima ella undir øðrum umstøðum.

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð við covid-19, veruliga eru deyð av hesum virusi. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini. Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder