Tað hevur verið tosað nakað um Hasfjord, ið gavst at sigla fyri sløkum mánaða síðani. Í samband við seinastu túrarnar um Skopunarfjørð skrivaði Strandferðslan, at samráðingar vóru við fleiri áhugaðar upphøggarar um at keypa Hasfjord, og onkrir hava longu verið og hugt eftir skipinum.
Nú er greitt, at alt er komið uppá pláss hesum viðvíkjandi. Heimasíðan ssl.fo skrivar í dag, at Strandferðslan fyrr í vikuni skrivaði undir sáttmála við Sp/f 12.08.09 um sølu av M/V Hasfjord til at høgga upp. Felagið heldur til á Skála, og skipið liggur í løtuni á Strondum.
Hasfjord varð upprunaliga keyptur úr Noregi í 2019 til at flyta byggiútgerð og betong um Skopunafjørð í samband við Sandoyartunnilin. Talan bleiv eisini um aðra farmasigling í oynna. Strandferðslan viðurkennir, at Hasfjord hevur verið teimum dýrur
- Kostnaðirnir av umvælingum, meðan Hasfjord var í rakstri, vóru høgir, og nógvir liggidagar vóru vegna ymisk brek ella óhapp. Eisini krøvini frá klassanum blivu meiri krevjandi. Hasfjord varð upprunaliga bygdur í 1975 og er harvið 48 ára gamal. SSL keypti skipið í desember 2019 fyri 3,5 milliónir, og umvældi tað fyri 5,2 milliónir so at samlaði úveganarkostnaðurin var 8,7 mió.kr.
Rakstrarkostnaðurin av Hasfjord fyri árini 2020 til 2023 var 21,2 milliónir, og í alt blivu sostatt brúktar knappar 30 milliónir krónnur upp á Hasfjord. Hasfjord varð seldur til upphøgging fyri 410 túsund krónur, upplýsir Strandferðslan.
Landsstýrismaðurin tók í samráð við Strandferðsluna um miðjan juni avgerð um at taka skipið endaliga úr sigling.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald