
Runavíkar kommuna heldur fram við at rudda almenn økir í kommununi fyri órudd og burturkast. Hesu ferð verður ruddað á havnarlagnum í Søldarfirði.
Tað skrivar kommunan á heimasíðuni.
Eigur tú nakað, sum stendur á havnarlagnum uttan loyvi? So heitir kommunan á teg um at burturbeina lutirnar av økinum í seinasta lagið tann 12. juli 2018. Eftir hetta fer Runavíkar kommuna at burturbeina lutir uttan aðra ávaring, og møguleikin at krevja endurgjald fellur burtur.
Í sama umfari verður hugt at bingjum og øðrum, sum er fallið í órøkt.
Um tað ikki ber til at koma eftir lutunum áðrenn freistina, kanst tú venda tær til Runavíkar kommunu og fáa eina avtalu í lag.
Runavíkar kommuna hevur verið úti og tikið myndir, tær kunnu síggjast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald