2020-08-07 17:18
Tilmælið, sum Tórshavnar kommuna fekk frá Koronaráðgevingini 26. juni segði, at tey kundu loyva í mesta lagi 15 fólk í býarbussunum í senn, umframt bussførara.
Men nú smittutalið er vaksandi, hevur Tórshavnar kommuna tikið avgerð um at seta talið á ferðandi niður á 10 komandi vikuna.
Bussarnir verða framvegis sóttreinsaðir við serligum spritti hvønn dag, sigur kommunan, sum kemur við nærri kunning seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald