Fyrr í hesum mánaðinum boðaði indonesiska stjórnin frá, at børn undir 16 ár skuldu noktast atgongd til sosialar miðlar, og leygardagin kom forboðið í gildi.
Forboðið líkist tí, sum kom í gildi í Avstralia um ársskiftið.
Endamálið við forboðnum er at verja tey ungu móti happing, sviki, pornografiskum innihaldi, og fyri at forða teimum í at gerast bundin av internetinum, skrivar Ritzau.
Hetta er í fyrsta umfari galdandi fyri YouTube, TikTok, Facebook, Instagram, Threads, X, Bigo Live, og Roblox.
Avstralia varð fyrsta landið í heiminum at banna nýtslu av sosialum miðlum fyri børn undir 16 ár, og m.a. Frakland, Grikkaland, Spania og India hava umhugsað at seta líknandi forboð í verk. Evnið hevur eisini verið umrøtt í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald