Visit Faroe Islands fer týsdagin í næstu viku at leggja nýggja ferðavinnuætlan fram.
Tað var fyri einum ári síðani, at tilgongdin hjá Visit Faroe Islands byrjaði at gera nýggja ferðavinnuætlan, ið skal vera grundarlag undir virksemi teirra fram ímóti 2030.
- Tað eru nógvir partar, sum hava ávirkan á, hvussu ferðavinnan í Føroyum mennist og tí ynsktu vit, at hendan ætlanin varð so væl kjølfest í ynskjunum hjá føroyska fólkinum sum til ber, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.
- Vit avgjørdu tí at grunda ferðavinnuætlanina á eina breiða tilgongd, har vit fingu samrøður í lag við fólk, feløg og fyritøkur kring landið um gongdina í ferðavinnuni higartil, hvørji útlitini eru, og ikki minst hvørja leið vit eiga at halda frameftir, leggur Guðrið afturat.
Tey eru nú komin á mál við hesi tilgongd og eru til reiðar at leggja fram úrslitini í Norðurlandahúsinum týsdagin.
Áleið 500 føroyingar góvu sína meining til kennar
Ein partur av tilgongdini snúði seg um at geva so nógvum føroyingum sum gjørligt møguleika at ávirka, hvussu ferðavinnan mennist í Føroyum. Tað var gjørt við einum átaki, har øll áhugað kundu siga sína meining um ferðavinnuna á einum almennum talgildum postkassa: www.sigtínameining.fo. Nærum 500 føroyingar tóku av og sendu inn uppskot, vístu á møguleikar og komu við kritikki.
Á Visit Faroe Islands frøast tey um stóra áhugan og at so nógv brúktu høvið at geva sína meining til kennar.
Framløgan av nýggju ferðavinnuætlanini verður í Norðurlandahúsinum týsdagin klokan 9 til 11.
Til ber hjá almenninginum at koma til tiltakið við at skráseta seg á atgongumerki.fo her. Tað er ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald