
Sum so mong onnur hølir hevur Løkshøll í ár verið avmarkað til 100 vitjandi orsakað av koronatilmælunum.
- Hetta hevur verið ein ógvuslig skerjing frá teimum 315 sitiplássunum, sum vanliga eru, og avmarkar eisini fíggjarliga grundarlagið undir tiltøkum. Men eftir eitt langt og gott samskifti við Koronaráðgevingina er mí ein ætlan nú løgd, so tað trygt kunnu sita 145 fólk í salinum. Ein øking à 45 fólk ljóðar kanska ikki so nógv, men tað ger stóran mun bæði fyri kensluna í rúminum, men eisini fyri fíggjarliga grundarlagið, sum tiltøkini byggja á.
Hesum boðar Løkshøll frá í tíðindaskrivi. Møguleiki er at skipa vitjandi í tveir bólkar, við atskildari inn-/útgongd, garderobu- og kaffiøkir, og vesiumstøður, so tað er møguligt, at 145 fólk kunnu sleppa inn, samstundis sum frástøðutilmælið verður hildið.
Komandi tíðina verða valfundir, ein býarskái o.a í Løkshøll, so hendan økingini kemur væl við. Løkshøll hevur eisini gjørt íløgu í útgerð til stroyming, so møguleiki er at fáa nøkur av tiltøkunum stroymd á netinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald