Sáttmáli varð í síðstu viku undirskrivaður við byggifyritøkuna Konsax. Og nú er longu farið í gongd við at bøta um umstøðurnar á vegamótinum við Hvítanesvegin og Eystara Ringveg.
Tað hevur víst seg, at bilrøðirnar - serliga seint seinnapartin - eru sera langar eystureftir ringvegnum. Fyri at bøta um hesi viðurskifti er farið í holt við at breiðka ringvegin og Hvítanesvegin, skrivar Tórshavnar kommuna.
- Hetta ger so tað, at vit fáa eina koyribreyt afturat, har allir bilar, sum skulu norðureftir, fáa sína egnu koyribreyt. Ein høgrapílur verður settur upp aftrat verandi, hesin kemur so at lýsa grønt, samstundis sum at ferðslan frá Hvítanesvegnum hevur grønt ljós.
- Hetta skuldi so gjørt, at vit ikki koma at uppliva langar bíðirøðir framyvir. Arbeiðið er mett at taka einar tríggjar mánaðir, sostatt verður alt arbeiðið liðugt um hálvan juli, sigur Karl Jakob Ósá, samskipari.
Innanlands
Nú verður ein koyribreyt gjørd afturat
Arbeiðið at bøta um umstøðurnar á vegamótinum við Hvítanesvegin og Eystara Ringveg eru farnar í gongd
Mynd: Tórshavnar kommuna
2019-04-11 10:43
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald