
Síðan 26. august hevur verið kravt at øll, sum koyra við Bussleiðini hjá Tórshavnar kommunu skulu brúka masku.
Hendan avgerðin var tikin fyri at hækka mest loyvda ferðafólkatalið úr 10 upp í 25.
Tórshavnar kommunu hevur fleiri ferðir víst á, at tey ungu eru raskari at brúka masku enn tey eldru, og hevur kommunan fleiri ferðir mint fólk á kravið um masku í bussinum.
Talan hevur alla tíðina verið um eitt krav, men tó er eingin vorðin revsaður fyri ikki at brúka masku. Men hetta verður broytt frá í morgin.
– Frá í morgin týsdag at rokna er tað eitt krav, at øll, sum koyra við Bussleiðini, skulu brúka masku. Kravið er galdandi fyri øll, sum klára at ferðast einsamøll.
Skipanin er galdandi, til smittutalið er komið niður aftur á 0, skrivar Tórshavnar kommuna í dag.
Frá í morgin kunnu bussførarar sostatt nokta fólki atgongd til bussin, um tey ikki vilja brúka masku, sigur kommunan.
Kravið byggir á ráðini frá koronaráðgevingini, sum mælir til at brúka masku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald