Innanlands

Nú verður søkt eftir starvsfólki til sendistovuna í Tel Aviv

Freistin at søkja starvið er 15. februar – Viðkomandi, sum verður settur, skal eftir ætlan byrja 1. mars

John Rajani tók við starvinum sum sendimaður í Ísrael 1. desember 2020 (Savnsmynd)

John Rajani tók við starvinum sum sendimaður í Ísrael 1. desember 2020 (Savnsmynd)

2021-01-15 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú verður søkt eftir starvsfólki til føroysku sendistovuna í Tel Aviv í Ísrael.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur lagt út starvslýsing, har søkt verður eftir einum starvsfólki at arbeiða 37 tímar um vikuna á sendistovuni.

Viðkomandi, sum verður settur í starv, skal eftir ætlan byrja 1. mars ella skjótast til ber hareftir. Viðkomandi skal m.a. hjálpa føroyska sendimanninum við dagliga arbeiðnum á sendistovuni.

Millum førleikakrøvini verður nevnt, at umsøkjarin skal hava universitetsútbúgving, og duga væl at skriva og tosa hebraiskt og enskt. Eisini verður nevnt, at tað er ein fyrimunur at duga føroyskt, danskt ella annað skandinaviskt mál.

Freistin at søkja starvið er 15. februar.

Øll starvslýsingin, sum er á enskum, sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder