Okkurt bendir á, at ein loysn er funnin á einum stórum ynski og gomlum kommunalpolitiskum høvuðsevni nú beint undan kommunuvalinum 10. november. Nevniliga at fáa eina svimjihøll til vega í triðstørstu búseting í Føroyum, Runavíkar kommunu.
Heimasíðan hjá kommununi skrivaði í gjár, at nýggja svimjihøllin í Runavík – vatnmentanarhúsið, sum borgarstjórin kallar tað – verður boðin út um tríggjar vikur.
Hetta var avgjørt á fundi í Keypmannahavn í gjár millum ráðgevan, BBP arkitektar, og umboð fyri Runavíkar kommunu.
- Um miðjan november verður licitatión, og síðan fara ráðgevandi arkitekturin og vinnandi entreprenørurin undir eina tilgongd, til tess at neyvætla verkætlanina. Sambært tí tíðarætlan, ið sett er út í kortið, verður spakin til svimjihøllina í Runavík settur í á vári 2021, og tekur tað síðan sløk tvey ár at byggja høllina. Klárt kann harvið vera at leypa í hylin báðu megin við 1. februar 2023. Men hetta veldst sjálvandi um hvørja støðu býráðið, sum verður valt hin 10. november og tekur við um árskiftið 2020/2021, hevur til ætlanina. Um hon skal fremjast ella ikki, skrivar heimasíðan hjá Runavíkar kommunu.
Umframt ein 25 metra altjóða kappingarhyl við átta geilum niður í fýra metra dýpi, verður eisini ein stuttleikahylur og ein økubreyt, sum við sera brøttum halli fer heilt úr 5,3 metra hædd.
Eisini verður vælveruøki við tveimum saunum, dampbaði og einum 34 stig heitum hyli at nýta til ymsar venjingar.
Svimjihøllin í Runavík verður bygd afturat Bylgjuni, núverandi marghøllini í Runavík. Danska arkitektafyritøkan BBP er sama fyritøka, sum teknaði Bylgjuna. Kostnaðurin av nýggju svimjihøllini í Runavík er mettur at verða um 100 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald