2019-11-29 16:27
Í dag hevur Høgni Lisberg givið eitt nýtt lag út. Talan er um eitt vetrar-/jólalag sum eitur "The Lady of Mocksby".
Tað er gingin rúm tíð síðan Høgni Lisberg – ella Hogni, sum hann kallar seg sum solistur – lat frætta frá sær. Á tónleikapallinum hevur hann mest verið virkin sum trummusláari og bakgrundssangari hjá Eivør Pálsdóttir.
Høgni Lisberg hevur sjálvur upptikið nýggja lagið og James Thomas hevur miksað og mastrað. Petur Hansen hevur gjørt covermyndina til lagið, sum m.a. er at finnast á Spotify:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald