Uttanlands

Nýgg kongsumfar klokkan 18

Tað eydnaðist ikki Mette Frederiksen at finna ein stjórnarmeiriluta. Uppgávan verður nú helst løgd í hendurnar á Troels Lund Poulsen, formanni í Venstre

Mette Frederiksen, virkandi danskur statsministari, var á Amalienborg seinnapartin at boða kongi frá, at royndir hennara at skipa stjórn eru miseydnaðar (Mynd: Emil Helms/Ritzau Scanpix)

Mette Frederiksen, virkandi danskur statsministari, var á Amalienborg seinnapartin at boða kongi frá, at royndir hennara at skipa stjórn eru miseydnaðar (Mynd: Emil Helms/Ritzau Scanpix)

2026-05-08 16:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fríðrikur kongur hevur sent boð til forfólkini í donsku flokkunum um at koma á Amalienborg klokkan 18 føroyska tíð.

Endamálið er at fáa tilnevnt ein nýggjan persón at standa fyri stjórnarsamráðingunum í Danmark.

Ongantíð fyrr hevur tað tikið so drúgva tíð at skipa stjórn í Danmark.

Mette Frederiksen var seinnapartin á Amalienborg og kunnaði kong um, at hon ikki longur hevur mandat til at halda fram við samráðingunum. Hetta tí, at Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderaterne, ikki longur trýr upp á, at tað eydnast Mette Frederiksen at finna fram til ein meiriluta.

Alt bendir á, at Troels Lund Poulsen verður nýggjur samráðingarleiðari, men tað verður ikki alment fyrr enn kongsumfarið er liðugt í kvøld. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder