Bretski andstøðuflokkurin Labour hevur nú funnið nýggja formannin, ið skal standa á odda fyri flokkinum komandi tíðina.
Eftirmaðurin hjá Jeremy Corbyn verður Keir Starmer, eftir hann vann greitt á Rebecca Long-Bailey og Lisa Nandy í stríðnum um formanssessin.
Eftir seinasta tjóðartingsvalið í desember boðaði Jeremy Corbyn frá, at hann fór at leggja frá sær sum formaður, eftir at Labour fekk eitt søguliga vánaligt úrslit.
Nýggi formaðurin í Labour, Keir Starmer, og nú fyrrverandi formaðurin, Jeremy Corbyn (Mynd: EPA)
Nýggi formaðurin, Keir Starmer, legði eitt sjónband út á Twitter, har hann takkaði floksfelagar sínar fyri heiðurin.
– Tað er ein heiður og ein framíhjárættur at verða valdur til formann fyri Labour, segði hann m.a.
It’s the honour and privilege of my life to be elected as Leader of the Labour Party.
— Keir Starmer (@Keir_Starmer) April 4, 2020
I will lead this great party into a new era, with confidence and hope, so that when the time comes, we can serve our country again – in government. pic.twitter.com/F4X088FTYY
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald