2019-04-16 17:18
Mikudagin 17. apríl verður nýggi fótbóltsvøllurin á Jørundsgøtu í Klaksvík tikin alment í nýtslu.
Í eina tíð hevur vøllurin í Jørundsgøtu, sum millum børnini annars hevur verið hjartað í økinum gjøgnum ættarlið, verið stongdur fyri bóltspæli. Nú er vøllurin klárur at taka í nýtslu, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sparkar fyrsta bóltin á nýggja vøllinum og Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini, ber fram røðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald