Innanlands

Nýggi kontórbygningurin hjá Sjóvinnustýrinum á Giljanesi reistur

Byggingin hevur higartil gingið væl, og ætlanin er at taka bygningin í nýtslu í september 2023. Hann fer at kosta umleið 24 milliónir krónur

- Tað er Búsetur, sum byggir, og Zeta Arkitektar hava teknað bygningin, sum hevur skap sum ein tríhyrningur, ið skal ímynda gronina á einum skipi. (Mynd: jn.fo)

- Tað er Búsetur, sum byggir, og Zeta Arkitektar hava teknað bygningin, sum hevur skap sum ein tríhyrningur, ið skal ímynda gronina á einum skipi. (Mynd: jn.fo)

2022-12-15 17:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var í 2018, at avgerð varð tikin um at byggja Sjóvinnustýrinum nýggjan kontórbygning í Vágum. Síðani varð farið undir at finna grundøki og fyrireika verkætlanina, og arbeiðið varð loksins boðið út í februar 2021.

Sáttmáli varð undirskrivaður millum Landsverk og Búsetur tann 14. juni 2021, og fyrsta flagið varð loyst 30. november í fjør.

Nú byrjar nýggi kontórbygningurin á Giljanesi av álvara at taka skap, og í dag var reisigildi.

- Tað er Búsetur, sum byggir, og Zeta Arkitektar hava teknað bygningin, sum hevur skap sum ein tríhyrningur, ið skal ímynda gronina á einum skipi.

[object Object]
Mynd: jn.fo

[object Object]
Mynd: jn.fo

Byggingin hevur higartil gingið væl, og ætlanin er at taka bygningin í nýtslu í september 2023, upplýsir Sjóvinnustýrið á Facebook-síðu sínari, og sum eisini skrivar at næstu tíðina fer arbeiðið at gera bygningin lidnan í mestan mun at fara fram innandura.

Bygningurin verður um 800 kvm. til støddar í tveimum hæddum.  Heildararbeiðstøkusáttmálin er á knappar 23,8 milliónur krónur.

[object Object]

[object Object]
Myndir: jn.fo
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder