Nýggjasti filmurin um agentin Ethan Hunt – Mission Impossible við undirheitinum ’Fallout’ – varð rættiliga væl móttikin, tá hann hevði frumframførslu um vikuskiftið.
Filmurin seldi fyri heili 61,5 milliónir dollarar í amerikansku og kanadisku filmshøllunum fyrsta vikuskiftið, skrivar tíðarritið Variety.
Amerikansku ummælararnir hava eisini tikið sera væl ímóti filminum. Ein teirra hevur kallað filmin fyri ”besti aktion-filmurin, ið nakrantíð er gjørdur”.
Netsíðan Rotten Tomatoes, ið savnar filmsummæli gevur í løtuni filmin 8,4 út av 10 møguligum stigum.
Mission Impossible-filmurin kemur eisini væl við hjá manninum í høvuðsleiklutinum, Tom Cruise, hvørs filmar í seinastuni ikki hava verið so væl móttiknir.
Hesin filmurin er tann næstbest móttikni filmurin á lívsleiðini hjá 56 ára gamla sjónleikaranum. Bert filmurin ”War of the Worlds” frá 2005 vann fleiri pengar í biografunum fyrsta vikuskiftið hann varð sýndur.
Sambært heimasíðuni bio.fo fær filmurin frumframførslu í Føroyum hóskvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald