![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Mánadagin varð nýggi Skúlin við Streymin handaður Sunda kommunu. Talan er um størsta bygging nakrantíð í kommununi, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu síni.
Skúlin og nýggja ítróttarhøllin eru tilsamans 3.200 fermetrar til støddar. Saman við verandi byningum er nú rúm fyri øllum næmingum í kommununi.
Í nýggja skúlanum eru felagshølið, kantina, bókasavn, lærarastovur og 6 skúlastovur. Ítróttarhøllin, sum er nakað seinkað orsaka corona, verður handað kommununi innan ein mánaða.
Nú verður farið undir at flyta innbúgv inn og seta listina upp. Eftir ætlan verður skúlin tikin í nýtslu miðskeiðis í oktober mánaða í ár.
Kommunan fegnast um, at kunna taka ímóti hesum megnar byggiavrikið sum sp/f Joen Petur Vang, byggimeistari hevur bygt.
Samlaða verkætlanin liggur um 110 milliónir krónur.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald