Innanlands

Nýggi skúlin í Klaksvík klárur til vígslu

Samanbyggingin á Skúlatrøð er nú liðug – vígslan verður leygardagin

(Mynd: Klaksvik.fo)

(Mynd: Klaksvik.fo)

2020-05-27 14:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Samanbyggingin av bygningum skúlans á Skúlatrøð er nú komin so langt, at tað fyrsta, stóra byggistigið nú verður avsluttað, og við hesum kann Klaksvíkar kommunu nú bjóða starvsfólkum og næmingum skúlans bestu karmar við nútímans amboðum.

Í hesum sambandi bjóðar kommunan nú fyri móttøku fyri innbodnum leygardagin, har nýggi samanbygdi skúlin formliga verður tikin í nýtslu og vígdur av Føroya biskupi.

Vegna Covid-19 smittuna og almennu tilráðingarnar í tí sambandi, hevur kommunan skipað móttøkuna í samráð við corona-ráðgevingina hjá landsmyndugleikunum, har ávísar mannagongdir verða galdandi

Sjálv vígslan verður tí einans fyri innbodnum har mint verður á fólk um at halda frástøðu á ein metur.

Eftir vígsluna er møguleiki hjá alemnninginum at tekna seg til rundsýning í skúlanum – rundsýningarnar varða skipaðar í bólkar á 100 fólk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder