Innanlands

Nýggi veruleikin – hvussu verja vit okkum?

Sambandsflokkurin á Fólkatingi skipar fyri ráðstevnu um trygdarpolitik – Tiltakið verður í Reinsarínum 28. september

Tiltakið verður í Reinsarínum 28. september

Tiltakið verður í Reinsarínum 28. september

2023-09-13 15:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sambandsflokkurin á Fólkatingi: Trygdarpolitiska støðan í nærumumhvørvinum er broytt, síðan kríggið í Ukraina byrjaði. Fjarskotnir vandar tykjast alsamt tættari og hetta krevur bæði stutt- og langsiktaðar ætlanir frá politiska myndugleikanum.

Altjóða siðvenjan viðvíkjandi uttanríkis- og trygdarpolitiskum avgerðum er, at man talar við einari rødd og er sameindur. Spyr man leiðarar úr politisku flokkunum í Føroyum, so eru tey flestu samd um, at hetta eisini skal vera støða Føroya – men hvussu koma vit hartil?

Brádligar broytingar í uttanríkispolitiska heiminum hava elvt til eitt krav um bráðar, hóast umfatandi, avgerðir frá politiska myndugleikanum í Føroyum.

Henda ráðstevna hevur til endamáls at skapa eitt orðaskifti um, hvørjar trygdarpolitiskar avbjóðingar eru og møguliga koma fyri Føroyar.

Hvussu fyrihalda vit okkum til handilsavtalur? Hvussu taka vit trygdarpolitiskar avgerðir? Hvat er kritiskt infrakervi og skal nakað hernaðarligt virksemi vera í ella kring Føroyar?

Tiltakið verður 28. September í Reinsarínum í Havn og er ókeypis.

Skráin fyri tiltakið:
19:00 – 19:05 – Anna Falkenberg bjóðar vælkomin
19:05 – 19:25 – Ólavur Dalsgarð heldur upplegg um handils- og trygdarpolitikk
19:25 – 19:30 – Møguleiki fyri spurningum
19:30 – 20:10 – Pallborð um handils- og trygdarpolitikk við luttakarum: Sjúrður Skaale, Bárður á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard og Bjarni Kárason Petersen
20:10 – 20:20 ­- Steðgur
20:20 – 20:40 – Hans Peter Michaelsen heldur upplegg um kritiskt infrakervi og hernaðarligt virksemi
20:40 – 20:45 – Møguleiki fyri spurningum
20:45 – 21:25 – Pallborð um kritiskan infrastruktur og hernaðarligt virksemi við luttakarum: Anna Falkenberg, Annika Olsen, Jenis av Rana og Henrik Old
21:30 – Liðugt
Orðstýrari verður: Óluva Zachariasen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder