Kringvarpið má sigast at ganga fremst tá tað snýr seg um frástøðu, men so allíkavæl ikki. Í Degi & viku, sum hevði innslag úr Sandoynni í kvøld, høvdu tey leitað eina hálvan annan metur langa stong fram at festa mikrofonina á.
Hetta soleiðis, at journalisturin ikki kom ov nær tí sum prátað verður við. Landið mælir til eina “hóskandi frástøðu”, sum er tveir metrar. Tó er eingin trupulleiki, at journalisturin og myndafólki standa beint við síðurnar av hvørjum øðrum.
(Mynd: KVF)
Tað sama var galdandi tá samrøða varð gjørd við Tóru við Keldu, forkvinnu í MEGD, eftir tíðindafundin um almannaøkið, fyrrapartin. Kundi sæð út sum hermileikur, men í hesum koronatíðum er alt eitt sindur øðrvísi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald