Innanlands

Nýggir sáttmálar fyri Føroya Tele og Posta

Sáttmálin varð undirskrivaður í gjár

Kristoffur Laksá, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, skrivaðu undir sáttmálan í gjár (Mynd: Starvsfelagið)

Kristoffur Laksá, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, skrivaðu undir sáttmálan í gjár (Mynd: Starvsfelagið)

2022-12-13 10:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Starvsfelagið hevur gjørt nýggjar sáttmálar við Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri sáttmálaøkið hjá Føroya Tele og Posta. Nýggju sáttmálarnir geva starvsfólkunum á Føroya Tele og Posta eina lønarhækking á ávikavist 7,57 og 7,27 prosent yvir tvey ár. Frá 1. januar 2023 fáa starvsfólkini, sum eru umfatað av hesum sáttmálum, eisini eftirløn av yvirtíðarlønini.

Semjan millum Starvsfelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag varð undirskrivað í Vinnuhúsinum seinnapartin í gjár. Nýggju sáttmálarnir fyri sáttmálaøkið hjá Føroya Tele og Posta eru tvey ára sáttmálar, galdandi frá 1. januar 2023 til 1. januar 2025.

Lønarkarmurin er samanlagt 7,84 prosent

Lønarkarmurin fyri báðar sáttmálarnar er tann sami, 3,80 prosent fyrra árið og 4,04 prosent seinna árið.

Hesaferð valdi samráðingarnevndin at brúka burtur av karminum fyri fyrsta árið soleiðis, at frá 1. januar 2023 verður eftirløn goldin fyri úrtíðarløn. Hetta merkir, at fyri Føroya Tele verða 15,5 prosent og fyri Posta 15 prosent goldin í eftirlønargjaldi í eftirlønargrunnin av øllum útgoldnum úrtíðarlønum.

Eftir at kostnaðurin av eftirlønargjaldinum er farin av karminum, hækka lønirnar soleiðis í sáttmálaskeiðinum:

Í sáttmálanum fyri Føroya Tele:

  • 1. januar 2023 hækka lønirnar 3,52%
  • 1. januar 2024 hækka lønirnar 4,04%

Í sáttmálanum fyri Posta:

  • 1. januar 2023 hækka lønirnar 3,23%
  • 1. januar 2024 hækka lønirnar 4,04%

Fyri sáttmálan fyri Føroya Tele er galdandi, at arbeiðsgevarin rindar 15,5 prosent í eftirlønargjald av vanligu lønini, viðbótum og úrtíðarløn.

Fyri sáttmálan fyri Posta er galdandi, at arbeiðsgevarin rindar 15 prosent í eftirlønargjald av vanligu lønini, viðbótum og úrtíðarløn.

Lønarhækkingin í sáttmálaskeiðnum svarar til tað, sum onnur feløg á privata arbeiðsmarknaðinum hava fingið fyri sama tíðarskeið.

Tíðindaskriv frá Starvsfelagnum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder