Innanlands

Nýggj avtala við lærararnar

Lønarhækkingin er á støði sum á privata arbeiðsmarknaðinum

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum

2020-06-25 09:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fíggjarmálaráðið gjørdi í gjár nýggjan tríára sáttmála við Føroya Lærarafelag. Sáttmálin er fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2019 til 1. oktober 2022.

Semjan inniber, at læraralønirnar hækka 2,56 prosent tann 1. oktober 2019. Tann 1. januar 2021 hækka lønirnar 2,05 prosent, og tann 1. oktober 2021 hækka lønirnar 1,25 prosent.

Lønarhækkingin tey bæði seinni árini er á sama støði sum á privata arbeiðsmarknaðinum, skrivar Fíggjarmálaráðið á heimasíðuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder