Uttanlands

Nýggj brexit-avtala um Norðurírland komin upp á pláss

Loysn tykist vera funnin á áralongum markastríði millum Bretland og ES

Ursula von der Leyen og Rishi Sunak hava sitið til samráðingar í Windsor í dag (Mynd: BBC)

Ursula von der Leyen og Rishi Sunak hava sitið til samráðingar í Windsor í dag (Mynd: BBC)

2023-02-27 16:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

ES og Bretland eru í dag komin fram til semju um eina nýggja avtalu, ið skal royna at loysa avbjóðingarnar, sum Norðurírland er komið orsaka av brexit.

Tað vátta forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, og bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak, eftir samráðingarnar í Windsor í útjaðaranum av London.

Nýggja avtalan – kallað Windsor-rammuavtalan – broytir íverksetanina av umstríddu sokallaðu Norðurírland-protokollini, sum bretska stjórnin kom ásamt við ES-londini um í samband við brexit-avtaluna, og sum hevur ført til nógva stúran, skrivstovuveldi og politiska naggatódn í Norðurírlandi.

Bæði ES og Bretland hava verið samd um, at protokollin ikki hevur virkað sum ætlað. Tey hava tó ikki verið samd um, hvat gerast skal fyri at loysa avbjóðingarnar, og tað hevur elvt til innanhýsis trupulleikar fyri bretar og hevur eisini gingið út yvir tey frammanundan vánaligu viðurskiftini millum bretsku stjórnina og ES-londini, skrivar dr.dk.

Men nú vónar báðir partar, at ein loysn er funnin.

- Windsor-rammuavtalan er eitt vegamót fyri fólkið í Norðurírlandi, sigur Rishi Sunak.

Eisini ES-nevndarforkvinnan er nøgd við avtaluna.

- Hetta gevur møguleika fyri einum nýggjum kapittli og hon gevur varðandi loysnir, sum vit eru sannførd um, fara at gagna øllum borgarum og fyritøkum í Norðurírlandi, segði Ursula von der Leyen á tíðindafundi í dag.

Málið við Norðurírland-protokollini var at forða fyri, at tað aftur kom eitt ‘hart’ landamark millum Norðurland, ið saman við Onglandi, Wales og Skotlandi, fóru burtur úr ES-samstarvinum fyri trimum árum síðani, og grannalandið Írland, sum framvegis er partur av samveldinum.

Í drúgva tíð hevur írska oyggin verið rakt av ógvusligum ósemjum, ið endaðu við at kosta fleiri túsund fólkum lívið. Og ein aðaltáttur í langafríggjadagssemjuni, sum fyri skjótt 25 árum síðani loysti ósemjuna, var, at markið millum londini framhaldandi skuldi vera opið og ósjónligt.

Tað kundi lættliga haldast, tá bæði Norðurírland og Írland vóru limir í ES. Men í sambandi við brexit, gjørdist hetta truplari.

Harumframt er markið millum londini eisini mark inn til innara marknaðin í ES. Og ES-lond skulu kanna allar vørur, sum koma inn á innara marknaðin, fyri at tryggja, at tær liva upp til ES-treytir og -krøv.

Tí semdust bretar og ES um, at norðurírar, hóast brexit, framhaldandi skuldu vera partur av innara marknaðinum og tollsamgonguni. Men tað merkti eisini, at vørur úr Onglandi, Skotlandi og Wales skudlu kannast áðrenn tær kundu koma inn í Norðurírland. Stór mótstøða var móti hesi loysn, tí nú var talan um eitt innanlanda mark.

Hesum skulu partarnir nú hava funnið eina semju um, skrivar dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder