29 ára gamla Sara Højgaard úr Fuglafirði, var millum 18 nýútbúnar snikkarar, sum fingu heiðurin at fáa sveinaroyndir sinar vístar fram á navnfræma listasavninum, Trapholt, í Kolding.
Her vórðu nøkur av bestu sveinastykkjunum innan snikkarafakið vístar fram fyri almenninginum í afturvendandi framsýningini, About Wood, í gjár, 2. november.
Hetta var 14. árið á rað at Trapholt og Snedkernes Uddannelser samstarvaðu um framsýningina About Wood, sum á hvørjum ári heiðrar tær bestu sveinaroyndirnar innan fakið
Sara vísti fram ein lounge-stól, sum hon kallar Drangarnir, tí íblásturin er komin frá føroyskum grótformum, meðan ryggurin er formaður sum aldur. Stólurin er gjørdur úr mahogni, og er ætlaður at geva eina kenslu av ró og náttúru.
Sara Højgaard hevur tikið sína útbúgving sum maskinsnikkari á Skive College, og hevur verið í læru hjá Vannerup Møbelfabrik.
Sjálv sigur hon, at hon er errin at hava fingið sveinastykkið sýnt fram á Trapholt:
- Tað er ein heiður at sleppa at sýna fram á Trapholt. Eg kendi ikki so nógv til slíkt áðrenn eg flutti higar, og eg eri errin av at kenna, at eg havi skapt nakað, ið verður tikið í álvara.
- Eg vóni at tey vitjandi síggja, at møblar eru skaptir til hvíld og hugdýping, og at hetta kann geva íblástur hjá ungum til at velja útbúgvingina sum maskinsnikkari, leggur hon afturat.
Trapholt er savn fyri list, sniðgeving og listahandverk. Tí verða sveinastykkini serliga vald millum møbilsnikkarar og maskinsnikkarar, har sniðgeving, tilfarsfatan og neyvleiki eru miðdepilin. Í ár var ein bygningssnikkari eisini valdur, tí tað sveinastykkið hóskaði inn í rammurnar fyri framsýningina. Teir valdu nýútbúnu snikkararnir hava øll fingið antin bronsu- ella silvurheiðursmerki fyri teirra sveinaroyndir.
Yvir 1.800 gestir vitjaðu Trapholt í gjár fyri at uppliva ársins About Wood framsýning.
Tíðindaskriv frá Snedkernes Uddannelse
![]()
Sara Højgaard (Mynd: Lasse Skov)
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald