![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í næstu viku byrjar nýggj bussleið millum Glasir og Vágar.
Hetta skrivar Strandfaraskip Landsins á heimasíðu sínari.
- Avbjóðingar hava verið við busssambandinum hjá næmingum, sum ganga á Glasi og búgva í Vágum – serliga eftir skúlatíð. Nú hevur landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jørgen Niclasen, saman við Strandferðsluni tikið stig til eina nýggja bussleið millum Glasir og Vágar.
Ein av trupulleikunum hevur verið, at ein bussur fer úr Havn klokkan 15.10, men at seinastu tímarnir á Glasi enda klokkan 15.25. Hesin trupulleikin verður loystur við, at nýggja leðin koyrir hvønn gerandisdag klokkan 15.30 av Glasi.
Farleiðin, sum eitur leið 350, byrjar mánadagin 31. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald