Mentan

Nýggj Dagur og vika haltandi í luftina

Flaggskipið hjá Kringvarpinum í nýggjum hami

Heini Gaard, vertur, í nýggju sjónvarpsstovuni (Skíggjamynd)

Heini Gaard, vertur, í nýggju sjónvarpsstovuni (Skíggjamynd)

2019-11-12 22:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Viðmerking: Uttan iva betri enn gamla sjónvarpsstovan, og nógvar ferðir betri enn fyribils studio í Kringvarpshøllini, sum seinastu vikurnar hevur brúkt. Men vit skulu venja okkum við tað. Soleiðis er við øllum.

Dagur og vika - ikki longur Dagur & vika - fór í luftina við nýggjari sjónvarpsstovu og nýggjum grafikki og nýggjari jinglu í gjár, og manningin á flaggskipinum hjá Kringvarpinum skal helst finna seg til rættis í nýggju umstøðunum.

Longu í fyrstu sekundunum í sendingini í gjárkvøldið var klutur í, og seinni í sendingini var mikrofonin sløkt hjá tveimum gestum í sjónvarpsstovuni. Eisini í kvøld var klutur í byrjanini.

[object Object]Sofus Gregersen, Regin Marnersson og Heini Gaard í kjaki (Skíggjamynd)

Gestir er nakað, sum nýggja Dagur og vika leggur seg eftir við pultum at standa við umframt, at hava innrættað ein part av sjónvarpstovuni við stólum, har verturin kann sita saman við gestunum og hava longri samrøðu ella kjak. Í gjár vóru tveir gestir og í kvøld vóru tríggir gestir.

[object Object]Heini Gaard, vertur, og Johan Dahl (Skíggjamynd)

Kanska heldur langdrigið sjónvarp, tá tað er kjak og prát út í eitt, men formatið má sleppa at standa sína roynd. Og so tykjast tað at vera hurðar, sum klamsa í bakgrundini, tá gestir koma í og fara úr sjónvarpsstovuni. Órógvandi.

Bæði byrjunargrafikkurin og grafikkur við teksti, tá innsløg vera løgd fram, tykist at vera heldur einfaldur. Ov einfaldur í mun til, at hetta er flaggskipið hjá Kringvarpinum og einasta sjónvarpaða tíðindasending í landinum.

[object Object](Skíggjamynd)

Í sjónvarpsstovuni er stórur skíggi settur upp, og hetta letur upp møguleikar hjá vertinum at brúka grafikk at greiða frá hvat mál snúgva seg um. Hetta hava vit ikki sæð nakað serligt til enn, men tað fer uttan iva at koma.

Og jú, vit skulu hava eina sterka tíðindasending í sjónvarpinum. Tað hevur stóran týdning at hendingar í samfelagnum vera dokumenteraðar á video og lagdar fram á skipaðan hátt. Ikki bara í tilvildarligum livevideo á Facebook ella á stuttum Snapchat brotum. Tað er framvegis brúk fyri Degi og viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder