Innanlands

Nýggj eftirlitsskipan fyri triðjalandsborgarar

Roknast kann við bíðitíð á eitt nú flogvøllum í sambandi við ferðing til og úr Schengenøki, nú nýggj skráseting av triðjalandsborgarum kemur í gildi sunnudagin

(Mynd: Løgmálaráðið)

(Mynd: Løgmálaráðið)

2025-10-09 11:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sunnudagin 12. oktober verður nýggja EES-fyriskipanin hjá ES stigvíst tikin í nýtslu. EES merkir Entry/Exit System.

Sí Kunngerðablaðið

Talan er um eina talgilda skráseting av inn- og útferð hjá triðjalandsborgarum í Schengenlond, sum skrásetir beinleiðis í inn- og útferðarskipanina hjá ES. Skipanin kemur ístaðin fyri núverandi skipan, har pass verða stemplað manuelt.

Endamálið er at nútímansgera markaeftirlitið og økja trygdina bæði við ytru mørkini í Schengen og inni í Schengenøkinum.

EES-fyriskipanin verður eisini sett í verk í Danmark, Føroyum og Grønlandi, skrivar Løgmálaráðið á heimasíðu síni.

Møguligar bíðitíðir í byrjanini

EES tekur m.a. mynd av andliti og tekur fingramerki hjá ferðandi, ið koma úr londum uttan fyri Schengen. Hetta kann fyrstu tíðina hava við sær bíðitíðir við markaeftirlitsstøð – eitt nú á flogvøllum.

Mælt verður tí til, at ferðafólk møta í góðari tíð á flogvøllum ella øðrum markaeftirlitsstøðum frá 12. oktobur 2025.

[object Object](Tilgjørd mynd: schengenvisum.info)

EES í Føroyum og í Grønlandi

EES verður tikið í nýtslu í Føroyum og í Grønlandi á sama hátt sum í hinum politiumdømunum í Danmark. Tá ein triðjalandsborgari fer inn í ella úr Schengenøkinum um landamørkini í Føroyum ella í Grønlandi, við ætlan um stutt uppihald (við visum ella visumfrítt), verður hetta skrásett í EES.

Stutt uppihald í Føroyum ella í Grønlandi er í mesta lagi 90 dagar innan fyri eitt 180 daga tíðarskeið.

Dátuvernd og rættindi hjá ferðandi

Upplýsingar, sum verða skrásettar í EES, verða varðveittar í upp til trý ár, og viðgerðin av upplýsingunum fer fram eftir evropeisku dátuverndarfyriskipanini (GDPR).
Triðjalandsborgarar, hvørs upplýsingar eru skrásettar, hava rætt til at síggja, rætta og fáa strikað upplýsingar, ið eru skeivar ella ólógliga skrásettar.

Nærri kunning um EES sæst á heimasíðuni hjá Udlændinge- og Integrationsministeriet her 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder