Nú nýggj útvarpsrás er sett á stovn, var boðið til móttøku. Heðin Mortensen, borgarstjóri nýtti høvið at hyggja framvið í City Church, og heilsa uppá toymið handan “Sjey”.
Hendan nýggja útvarpsrásin kann sigast at verða ein avleggari av “Lindini”, tí hetta er í stóran mun talan um somu manning.
Eftir ætlan fer útvarpsrásin at senda tónleik, samrøður, og ymiskt annað viðkomandi og áhugavert.
Móttøkan, og eisini tann fyrsta sendingin hjá Sjey, var í City Church nú seinnapartin. Framyvir er ætlanin at senda beinleiðis úr gomlu Køkubúðini, og eisini úr Eysturoynni.
Dánial á Dul Jacobsen var tann fyrsti sum tók orðið, hann byrjaði við bøn. Fyrsta útvarpssendingin á Sjey var eisini skipað sum ein almenn móttøka fyri nýggju útvarpsrásini, og í hesum sambandið fingu tey eisini orðið á borgarstjóran, Heðin Mortensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald