Mentan

Nýggj frímerki frá Posta

Myndevnini á nýggju frímerkjunum eru Covid-19, list eftir Ingálv av Reyni og biskupskápur

2021-09-20 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag koma nýggj frímerki frá Posta. Myndevnini á nýggju frímerkjunum eru Covid-19, list eftir Ingálv av Reyni og biskupskápur.

Posta sigur soleiðis um frímerkini:

Covid-19 og ILA í Føroyum
Tann 4. mars í 2020, varð Covid-19 smittan staðfest í Føroyum á fyrsta sinni, og fyrstu dagarnar øktist talið á smittaðum í stórum. Frímerkið lýsir hvussu kanningarútgerð til kanning av laksi fyri ILA bleiv tillagað, so hon kundi nýtast til at kanna fólk fyri Covid-19. Meðan umheimurin stríddist við at fáa kanningarorku og -hættir at virka, høvdu føroyingar longu eitt munadygt og munandi bíligari kanningarvirksemi koyrandi. Edward Fuglø teknaði.

[object Object]

List eftir Ingálv av Reyni
Tann 18. desember í 2020 vóru hundrað ár liðin síðani listamaðurin, Ingálvur av Reyni (1920-2005) varð føddur. Listarliga ávirkanin og týdningurin hjá Ingálvi av Reyni fyri føroyska list kann ikki yvirmetast. Ein listamaður, sum alla sína drúgvu virkisleið helt á við at bjóða sær sjálvum av og sum hervið skapti eitt lívsverk av ómissandi týdningi fyri føroyska list. Frímerkini vísa málningarnar “Tinganes” frá 1947 og “Gjøgnum tíð og rúmdir” frá 2002.

[object Object]

Í sambandi við 150 ára føðingardagin hjá Posta hava tey gjørt vøkur serprent av føroyskum frímerkjum, og júst frímerkið av Tinganesi er eitt av hesum. Tað fæst sum serprent í plakatstødd (40x30 cm).

[object Object]

Biskupskápur
Kirkjuklæðini hjá presti og biskupi fylgja teimum liturgisku litunum í kirkjuárinum og knýta seg eisini at kirkjuligu hátíðunum og halgidøgunum. Biskupskápuna brúkar biskupur til serlig høvi, t.d. til prestavígslur, tá ið kirkjur fylla, á ólavsøku, til hátíðardagar í kirkjuni, og tá ið biskupur tekur lut í kirkjuligum hátíðarhaldi uttanlands. Føroya biskupur hevur tríggjar biskupskápur í ymsum litum at velja ímillum, eina hvíta, eina grøna og eina gylta.

Posta hevur valt at vísa ta hvítu (1963) og ta gyltu biskupskápuna (2013) á frímerkjunum.

[object Object]

[object Object]

Les meira um frímerkini á www.stamps.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder