Mentan

Nýggj frímerki frá Posta útgivin í dag

Nýggju frímerkjaútgávurnar mynda eitt nú kvinnublaðið Oyggjarnar, sum kom út fyrstu ferð fyri 120 árum síðan, forngripir, størsta búfugl okkara - súluna, og byggilist, sum vísir býráðshúsið í Eysturkommunu

2025-05-26 16:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag gevur Posta út nýggj frímerki.

Nýggju frímerkjaútgávurnar fevna víða og mynda eitt nú kvinnublaðið Oyggjarnar, sum kom út fyrstu ferð fyri 120 árum síðan, forngripir, størsta búfugl okkara - súluna, og byggilist, sum vísir býráðshúsið í Eysturkommunu.

Kvinnublaðið Oyggjarnar 120 ár
Fyrsta kvinnublaðið á føroyskum æt Oyggjarnar. Tað kom út árini 1905-1908, og blaðstjóri var Súsanna Helena Patursson (1864 -1916). Blaðið eggjaði kvinnum til at útbúgva seg og tók evni upp so sum atkvøðurætt til kvinnur. Súsanna Helena Patursson er undangongukvinna í føroysku bókmentasøguni og blaðsøguni umframt í føroyska stríðnum fyri javnrættindum. Kári við Rættará hevur sniðgivið frímerkið.

[object Object]

Europa 2025: Forngripir
Fornfrøðiligar kanningar í Føroyum vísa, at fyrsta norrøna landnámið byrjaði í 8. øld, og at í 9. øld vóru støðugar búsetingar kring oyggjarnar.

Fyrra frímerkið myndar eitt talvborð við tveimum útskornum spølum frá víkingatíð, funnið á Toftanesi í Leirvík. Á aðrari síðuni sæst borð til víkingaspælið nevatalv og á hinari síðuni borð til spælið mylla.

Hitt frímerkið myndar ein prón, sum er ein long nál at festa klæðir við, úr eini víkingagrøv í Tjørnuvík. Prónurin er elsta prógv um, at búleikast var í Føroyum í víkingatíð. Martin Mörck hevur teknað frímerkini.

[object Object]

Súlan
Við einum flogi sum táttar í tveir metrar, er súlan størsti búfuglur í Føroyum. Hon eigur bert vestanfyri í Mykinesi á rókum og drangum, men sæst kring alt landið, tá hon leitar sær føði á firðum og sundum. Eisini sæst hon nærhendis fiskiskipum langt til havs. Føroyski stovnurin er mettur til á leið 2350 pør. Myndirnar hevur Silas Olofson tikið.

[object Object]

Byggilist: Býráðshúsið í Eysturkommunu
Býráðshúsið í Eysturkommunu myndar ársins SEPAC-frímerki, har evnið er byggilist.

Í Eysturkommunu eru fimm bygdir, og nýggja býráðshúsið hevur á meira enn ein hátt skapt brúgv í Eysturkommunu. Bygningurin er staðsettur sum ein brúgv yvir um Eiðisá, og tekjan er ein gonguleið tvørturum ánna, eitt grønt samband millum økini framvið áarbakkunum.

Ósbjørn Jacobsen Arkitektar / Henning Larsen Architects hava staðið fyri at tekna bygningin, og myndina hevur Nic Lehoux tikið.

[object Object]

Á heimasíðuni www.stamps.fo ber til at lesa meira um frímerkini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder