Nýggju frímerkjaútgávurnar fevna um mentan, blómur og einglar. Harumframt eru jólavørurnar eisini klárar: jólamerki, árbók og ársmappan, sum inniheldur øll ársins frímerki.
SALT – Sound Art Live Theatre
Mentanarhúsið SALT líkist ikki øðrum mentanarhúsum. Hugtakandi bygningurin frá 1938 er endurreistur til ein nútímans mentanarbygning, sum skapar karmar um eitt ríkt og virkið mentanarlív í Suðuroy.
Myndirnar hevur Fotostudio tikið
Hvít nykurt
Her á landi veksur einastandandi vakra hvíta nykurtin bert í Nykutjørn á Sandoynni, har hon varð sett niður mitt í 1970unum. Sjáldsama blóman kann verða upp til 20 cm í tvørmáti, og hjartaformaðu bløðini eru upp til 30 cm í tvørmáti.
Bæði blóman og bløðini flóta oman á vatninum. Astrid Andreasen teknaði vøkru nykurtina.
Einglar
Einglarnir boða frá, at jólini eru í nánd; vit seta ferðina niður og fara undir at gera klárt til jóla. Vøkru, handgjørdu einglarnir á frímerkjunum eru framleiddir á Dagtilhaldinum Fragdini og á Verkhúsinum Virkni.
Tað liggur eitt stórt arbeiði aftan fyri hvønn eingil, har hvør borgari ger sín part. Ein framleiðir kroppin, ein annar veingirnar, ein triði gloriuna og so framvegis. Eingilin er sostatt ein ímynd av, hvussu menniskju við ymiskum førleikum kunnu arbeiða saman og mennast í felag. Ongin megnar alt, øll megna okkurt – saman megna vit nógv.
Jólamerkini
Jólamerkjagrunnurin hevur stuðlað børnum og ungum síðan 1976, og hvørja ferð tú keypir eitt jólamerki fer vinningurin til verkætlanir til frama fyri børn og ung.
”Ár um ár kemur eingil jólafriðarins og minnir á, at sjálvt í kaldastu tíðum eru hitin og ævigi friðurin frá kærleika og samkenslu í hjørtum okkara. Rundan um eingilin er ein riðil av hvítum dúgvum – ímyndin av reinleika, vón og vælvild. Hann kemur við kærleika og friðsælu henda jólaaftan,” sigur Jonna Ljósá, listakvinna, sum hevur sniðgivið ársins jólamerki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald